Heri prestur fyllir 60 ár

Kendur prestur heldur rundan føðingardag í dag

Í dag er mikkjalsmessa. Heri Jógvan Joensen, sóknarprestur í Suðurstreymoya vestara prestagjaldi hevur føðingardag á mikkjalsmessu. Hann varð føddur í 1956 og verður sostatt seksti ár ídag.

Heri hevur seinastu átjan árini verið prestur í Vesturkirkjuni og hinum kirkjunum, sum hoyra til kallið. Hann er tiltikin at kenna væl fólk og slekt og ætt, og tað eru mangan boð eftir honum. Umframt at taka sær av kirkjuligu tænastunum, so eru tey so mong, sum heita á hann at taka sær av hjúnarvígslum og jarðarferðum, og í ymsum høpum uttanfyri kirkjugátt verður ofta heitt á hann.

Tað var í Svínoy, at vøggan stóð. Heri hevur tikið bygdarmentanina við sær, soleiðis sum hon var, tá ið hann vaks upp. Hann dugir væl at brúka sítt fedranna upphav og sínar lívsroyndir, so tað bæði er læruríkt og undirhaldandi at lurta.

Tað var á gudfrøðideildini, sum tá var á Fróðskaparsetrinum og seinni á lærda háskúlanum í Reykjavík, at Heri las gudfrøði. Í Reykjavík hitti hann konuna Birnu Steingrímsdóttir, sum las búskaparfrøði. Hon er ættað úr sveitini á Norðurlandinum. Nú arbeiðir hon sum búskaparfrøðingur í almennaráðnum.

Heri Joensen bjóðar vinum og kenningum í prestagarðin við Landavegin frá klokkan 16 til 22 í dag.