Heri vann fótbóltsferðina

Stóra EM tippikappingin er farin aftur um bak, og vinnari av kappingini gjørdist Heri Simonsen úr Havn.

Nú er nakað síðani, at EM-endaspælið í Portugal fór aftur um bak, og harvið eisini stóra EM-tippingin, sum vit høvdu her í blaðnum. Undirtøkan hevur verið góð, og spenningurin hevur eisini verið stórur.

Stóð á jøvnum
Tá ið avtornaði, vísti tað seg, at tveir navnframir mans, Heri Simonsen og John Petersen, vóru javnir á fremsta plássi við 19 røttum í part. Tí varð neyðugt við lutakasti fyri at fáa avgjørt, hvør av teimum báðum skuldi vinna stóru fótbóltsferðina. Tað lutakastið vann Heri, og tískil noyddist B36-liðskiparin at taka til takkar við einari ferð til dyst millum FC Keypmannahavn og Brøndby í Parkini, men tað er nú heldur ikki at kimsa at.
Á triðjaplássi var eisini javnt. Ikki færri enn sjey mans høvdu 17 rættar, og av tí at vinningar bert vóru til átta teir fremstu í kappingini, varð enn einaferð neyðugt við lutakasti. Triðjavinning vann enn ein B36-leikari, Bergur Midjord, og vinningurin hjá honum var ein Apex-ferðaseðil.
Tað hevur verið hugaligt hjá stigtakarunum til kappingina at síggja, hvussu nógv fólk hava víst kappingini áhuga, og ikki er óhugsandi, at kappingin verður endurtikin í sambandi við HM-endaspæli í Týsklandi um tvey ár.