Hermaður dømdur 100 ára fongsul

Ein amerikanskur hermaður hevur fingið 100 ára fongsul fyri morð og neyðtøku í Irak. Hermaðurin, Paul Cortez, játtaði at hava neyðtikið eina 14 ára gamla irakska gentu, og at hann og felagar hansara skutu hana og trý skyldfólk hennara aftaná.

Í rættinum greiddi Paul Cortez frá, at hann og hinir hermenninir høvdu drukkið, og at teir avtalaðu at neyðtaka gentuna.

Hetta er annar dómurin í álinum. Fyri trimum mánaðum síðani fekk ein av hinum hermonnunum 90 ára fongsul.