ST-aðalskrivarin mælir nú limalondunum til at senda hermenn til Haiti at tryggja friðin í landinum.
Sambært Kofi Annan er brúk fyri 6.700 hermonnum og 1.600 løgreglumonnum. Í løtuni eru amerikanskir, franskir og kanadiskir hermenn í Haiti. Teir vórðu sendir hagar undir ófriðinum herfyri, sum endaði við, at Jean-Betrand Aristide, forseti, noyddist at flýggja av landinum.
Kofi Annan hevur nú biðið londini í trygdarráðnum taka støðu til áheitanina um at senda eitt altjóða friðarvarðveitandi herlið og løgreglulið til Haiti. Ætlan hansara er, at hermenninir og løgreglumenninir skulu fara hagar tann 1. juni, og at teir fyribils skulu tryggja friðin í tvey ár.