Arbeiðið at kanna hernaðarligu støðu Føroya undir kalda krígnum skal halda fram, og tí skal løgmansskrivstovan hava eina eykajáttan.
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum um, at løgmansskrivstovan skal hava eina eykajáttan upp á 400.000 krónur, og í gjár skuldi tingið hava 2. viðgerð av eykajáttanarlógini, sum hendan eykajáttan er partur av. Tað var væntandi, at løgtingið fór at samtykkja hesa eykajáttanarlóg.
Nógvar kanningar eru longu gjørdar av hernaðarligu viðurskiftunum hjá Føroyum, men hesar kanningar eru fyrst og fremst gjørdar í Vesturheiminum ? í USA, Danmark og Føroyum ? og tað er ikki nøktandi, heldur løgmaður.
Hann vil eisini hava eina kanning av skjalagoymslum eystanfyri, og tað er hetta arbeiðið, sum nú skal setast í gongd.
Mátti útseta kanningina
Í upprunaliga uppskotinum til fíggjarlóg fyri ár 2000 var hernaðarkanningin tikin við, men játtanin til løgmansskrivstovuna varð skorin við eini hálvari millión, og tí var neyðugt at bíða við onkrum ætlanum.
? Tey einastu arbeiðini, sum ikki vóru sett í gongd, vóru framhaldið av hernaðarkanningini og útoyggjanevndin. Tí mátti veljast millum hesi bæði, og vit hildu tað vera rættast, at lata arbeiðið hjá útoyggjanevndini fara í gongd, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Henrik Old, løgtingsmaður, setti 7. apríl løgmanni fyrispurning um málið, og í svarinum til hendan fyrispurning segði Anfinn Kallsberg, at æltanin alla tíðina hevði verið at gjørt kanningar eystanfyri, men at arbeiðið mátti útsetast, tí pengar vóru ikki tøkir.
Aðalorðaskifti útsett
Løgmaður svaraði eisini Henriki Old, at hann ætlaði sær at søkja løgtingið um eykajáttan til hesa kanning, tá aðalorðaskifti hevði verið um Svørtubók, sum var úrslitið av fyrstu kanningunum.
Men tað hava verið so nógv aðalorðaskifti í løgtinginum í vár, at løgmaður og løgtingsformaðurin avgjørdu at bíða við orðaskiftinum um Svørtubók til næstu tingsetu. Hetta orðaskifti verður tí ikki fyrr enn um fýra mánaðir.
Hesum skal eykajáttanin ikki at bíða eftir, og løgmaður hevur tí longu søkt løgtingið um eykajáttan, so farast kann undir at finna skjøl í eystureuropeiskum skjalagoymslum.
Nógvar av hesum skjalagoymslum hava mest sum staðið víðopnar seinastu árini, men eingin hevur enn gjørt miðvísar kanningar av, hvørji skjøl eru at finna um føroysk viðurskifti í hesum goymslum.
Men løgmaður heldur, at tað hevði verið áhugavert at fingið staðfest, hvør eystureuropeiska ávirkanin í Føroyum var undir kalda krígnum.
Broyta arbeiðsgongdina
Tá kanningar vóru gjørdar vestanfyri, syrgdi ein stýrisbólkur fyri hesum arbeiði. Í bólkinum sótu Rúni Joensen, sum var formaður, Jákup Thorsteinsson, Jóannes Dalsgaard og Jóan Pauli Joensen. Hesin bólkur fekk so hjálp frá serfrøðingum til at gera kanningar.
Løgmaður sigur við Sosialin, at nú kanningarnar verða settar í gongd aftur, verður arbeiðið skipað øðrvísi, men hann kann ikki siga, hvussu tað verður, tí endaliga avgerð er ikki tikin um tað enn.
? Men vit vóna, at arbeiðið kann setast í verk longu hesa vikuna, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur eisini, at játtanin upp á 400.000 krónur í ár bara er nóg mikið til at seta arbeiðið í gongd. Tað skulu fleiri pengar til, fyri at kanningararbeiðið skal gerast liðugt.
Seinast tók tað meira enn trý ár, frá tí at løgtingið samtykti, at kanningar skuldu gerast, til almenna frágreiðingin var klár.