Hernaðarleiðarar hjá Hamas eru falnir

Tríggir ísraelskir hermenn eru í morgun raktir í álopi á markinum til Gazageiran, harav ein 21 ára gamal hermaður læt lív, og ein annar er álvarsliga særdur.

 

 

Nú skriva útlendskir miðlar, at nakrir høgtstandandi leiðarar hjá Hamas hava latið lív í ísraelsku loftálopunum í Gaza. Millum teir, sum hava latið lív, er eitt nú hernaðarleiðarin hjá Hamas í Gaza býi, Bassem Issa.

 

Sambært ísraelsku trygdartænastuni - Shin Bet - eru fýra aðrir Hamas-leiðarar eisini falnir.

 

Átøkini hjá Ísrael í Gaza býi og í Khan Younis eru fyriskipað av Shin Bet og ísraelsku verjuni, IDF. 

 

Ísraelskir miðlar skriva, at fleiri av teimum deyðu eru leiðarar, sum stóðu saman um Mohammed Def, sum er ovasti hernaðarligi leiðarin í Hamas.

 

Ein ísraelskur hermaður er sambært ísraelsku verjuni deyður í einum raketálopi hjá Hamas. Sagt verður, at 21 ára gamli hermaðurin læt lív, tá ein rakett rakti ein jeep á markinum til Gazageiran í morgun.

 

- Tveir aðrir ísraelskir hermenn vórðu eisini raktir í álopinum, harav støðan hjá øðrum teirra er álvarslig, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

##med2##