Tað var ein MI-8 hernaðartyrla, sum í dag datt niður í russisku Orjol-regiónini, og øll manningin læt lív

Hernaðartyrla dottin niður í Russlandi

Guvernørurin í Orjol-regiónini, Andrej Klytsjkov, sigur, at tyrlan datt niður nærindis einari bygd, men eingin í bygdni fekk skaða.

Tað var ein MI-8 hernaðartyrla, sum í dag datt niður í russisku Orjol-regiónini, og øll manningin læt lív

Seinnapartin í dag datt ein hernaðartyrla niður í útsynningspartinum av Russlandi.

 

Tíðindastovan Tass veit at siga, at hendingin fór fram í Orjol-regiónini, og øll manningin læt lív.

 

Regiónin liggur norður av markinum millum Russland og Ukraina.

 

Guvernørurin í Orjol-regiónini, Andrej Klytsjkov, sigur, at tyrlan datt niður nærindis einari bygd, men at eingin í bygdni fekk skaða.

 

Tíðindastovan Tass sigur, at orsøkin til tyrluvanlukkuna fyribils verður hildin at vera tekniskt brek.

 

 

 

Tað var ein MI-8 hernaðartyrla, sum í dag datt niður í russisku Orjol-regiónini, og øll manningin læt lív