Í Teilandi hava myndugleikarnir sett herflotan at hjálpa ferðafólki, sum hava verið veðurføst á fleiri oyggjum eftir illveður í fleiri dagar. Í nátt kom eitt herskip við meiri enn 700 teilendskum og útlendskum ferðafólkum, sum høvdu verið í frítíðarplássunum Koh Tao og Koh Phangan. Samstundis hava onnur skip verið eftir 500 ferðafólkum, sum hava verið avbyrgd á Koh Tarutao.
Illveðrið hevur havt óvanliga nógv regn við sær har suðuri í landinum. Tað hevur elvt til vatnflóð nógvastaðni, og eitt nú hava fleiri flogvøllir staðið undir í vatni.
Teilendsku myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 25 fólk hava latið lív í illveðrinum. Tey flestu doyðu, tá skriður lupu oman yvir hús teirra.