Herverk framt á Picasso málning

Ein maður í Onglandi er skuldsettur fyri herverk, eftir at hann leygardagin gjørdi seg inn á eitt listaverk á víðagitna Tate Modern listasavninum í London.

Listaverkið, ið talan er um, er Buste de femme eftir Pablo Picasso frá 1944, og BBC boðar frá, at listaverkið er fyrbils tikið burtur, meðan skaðin verður kannaður. Sum skilst er listaverkið skrædnað.

Heimasíðan hjá Tate skrivar um Buste de femme, at Picasso málaði verkið í Paris í 1944, í seinastu døgunum av týsku hersetingini í Fraklandi. Málningurin er av myndakvinnuni Doru Maar.

Maðurin, ið er skuldsettur, hevur boðað frá, at hann ætlar at nokta seg sekan í herverkinum.