Hesaferð má morðið uppklárast skjótt

17 ár aftan á morðið á Olof Palme er framvegis ikki greitt, hvør myrdi hann. Soleiðis má tað ikki verða við morðinum á Onnu Lindh, siga svenskir fjølmiðlar.

Longu beint eftir at deyðsboðini av Onnu Lindh vóru komin, segði Gøran Persson, forsætisráðharri, at tað var neyðugt, at drápsmaðurin verður tikin sum skjótast. Tað er neyðugt, skulu vit verja tað demokratiska samfelagið, segði hann.

Hesum eru teir svensku fjølmiðlarnir samdir við honum í. Ikki bert tí, at ein og hvør drápsmaður eisgur at verða tikin, men serliga tí at talan var um ein týðandi politikara, og tí tað leiðir tankarnar til Olof Palme, hvørs drápsmaður ongantíð er funnin.

Í blaðnum Expressen skrivar viðmerkjarin Per Wendel, at teir báðir politikararnir, sum fram um allar aðrar svenskar politikarar talaðu fyri at varðveita tað opna samfelagið, gjørdust sjálvir offur fyri tí.

-Eg eri vísur í, at tey bæði høvdu framvegis vart tað opna samfelagið, fingu tey høvi at gera tað eina ferð afturat, skrivar Per Wendel.

-Enn ganga drápsmenn teirra leysir. Men soleiðis kann tað opna samfelagið ikki vera. Skulu sárini lekjast, má løgeglan taka drápsmannin hjá Onnu Lindh skjótt. Annars ber ikki til at verja tað opna samfelagið, skrivar viðmerkjarin hjá Expressen.

Stjórin í svensku trygdarløgreglun Sæpo, Kurt Malmstrøm, viðgekk í gjár, at morðið mikludagin var ein ósigur fyri trygdarløgregluna. Sæpo hevði ábyrgdina av at verja uttanríkisráðharran, men Anna Lindh hevði ongan trygdarvørð hjá sær, tá hon varð álopin. Kurt Malmstrøm segði í gjár, at trygdarløgreglan hevði ongar upplýsingar, sum kundu geva minstu ábending um, at ráðharrin var í vanda.