Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Finnur Hansson, hava úttikið 16 spælarar til EM-undandystirnar móti Rumenia og Danmark, ávikavist tann 20. og 23. apríl.
Dystirnir verða spældir ávikavist móti Rumenia í Føroyum mikudagin 20. apríl klokkan 19.00, og móti Danmark í Næsteved leygardagin 23. apríl klokkan 15.10.
Helmingurin av spælarunum spæla uttanlands. Seks spæla í Danmark og tvær spæla í Íslandi. Av teimum átta, sum spæla í Føroyum, spæla fimm við H71, tvær við Kyndli og ein við Neistanum.
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold (DEN)
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Vengur:
Ingibjørg Olsen, ÍBV (ISL)
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK (DEN)
Lív S. Poulsen, Ajax København (DEN)
Strikur:
Brynja Høj, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK (DEN)
Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK (DEN)
Elsa Egholm, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Jana Mittún, H71
Natasja Hammer, Haukar (ISL)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71