Hesi eru ársins ungu spælarar

Fótbóltsgalla 2018: HB átti bestu ungu spælararnar í hesum kappingarárinum.

HB eigur tveir teir bestu ungu spælararnar í 2018. Tað er avgjørt á Fótbóltsgalla 2018, sum í hesi løtu er á Reinsarínum í Havn. Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum í samstarvi við FSF skipa fyri tiltakinum.


Tilnevndir til ársins leikarar hjá monnum (leikarar við U21-aldri), vóru Adrian Justinussen (HB), Jóannes K. Danielsen (KÍ) og Meinhard Olsen (B36). Hjá kvinnum vóru Durita Hummeland (EBS/Skála), Julia Naomi Mortensen (HB) og Sara Lamhauge (HB) tilnevndar.


Ikki óvæntað varð Adrian Justinussen kosin sum ársins ungi spælari hjá monnum. Hann átti sín stóra lut í FM hjá HB, har hann skeyt 20 mál í Betrideildini og eisini gjørdist greiður toppskjútti í deildini.


Hjá kvinnum var tað eisini ein HB-ari, ið varð kosin ársins ungi leikari. Tað var nevniliga Julia Naomi Mortensen. Hon er einans 18 ár og skeyt 13 mál í Betrideildini hjá kvinnum í ár.