Hesi fingu flestar atkvøður til seinasta val

Seks politikarar fingu fleiri enn túsund persónligar atkvøður til fólkatingsvalið í 2015

Til fólkatingsvalið í 2015 vóru tað seks føroysk fólkatingsvalevni, ið fingu fleiri enn 1.000 persónligar atkvøður.

Toppskorarin til seinasta fólkatingsval var Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum - hann fekk 2.495 persónligar atkvøður. 

Beint í hølunum á honum var Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, sum fekk 2.414 persónligar atvkøður.

Annika Olsen úr Fólkaflokkinum fekk 1.754 persónligar atkvøður, sum tryggjaði henni eitt triðjapláss til seinasta fólkatingsval. Næstur henni var Høgni Hoydal úr Tjóðveldi við 1.477 persónligum atkvøðum. 

Løgmaður, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, fekk 1.174 atkvøður, sum setti hann á eitt fimtapláss. Magni Arge úr Tjóðveldinum fekk við sínum 1.082 atkvøðum sættflestar atkvøður til fólkatingsvalið í 2015.