Hesi verða møguliga at finna undir trænum

Hetta er tíðin jólatrø og annað grann verður innflutt til landið í hópatali. Ofta draga vit skaðakykt inn í stovurnar við okkum, og fleiri okkara kunnu vænta sær, at meir enn bert gávurnar liggja undir trænum. 

 

 

 

Les: Ofta eru smákykt í jólatrøunum

 

 

 

Høgni Holm, lívfrøðingur, greiðir frá, at skal eitt smákykt roknast sum skaðakykt í Føroyum, so skal tað kunna gera skaða á eitthvørt. Hetta er til dømis viðarlundir, bygningar, djór ella fólk. Eisini skal kyktið kunna yvirliva minst eina heila árstíð - og gjarna fleiri - í Føroyum. Hetta merkir, at kyktið skal kunna finna føði og fáa avkom.  

 

 

Hann greiðir frá, at hesi skaðakyktini kunnu verða innflutt við jólatrøunum, sum koma til landið:

Bólamotta (gallemide á donsum) Nalepella shevtchenkoi og Nalepella danica 


Trantaklukka (Blåsnude, snudebiller) Strophosomus sp.

Aðalgrannlús (Ædelgranlus) Dreyfusia nordmanniana

Stór nálatrætrantaklukka (Stor nåletræsnudebille) Hylobius abietis

Firvaldur, hvørs ormvera livur av grantrøum (Ædelgrannålevikler) Epinotia subsrquana og E. fraternana Hw.

 

Eisini innflyta vit sokallaði gagndýr til Føroyar við jólatrøum. Gagndýrini eru øll rovdjór, sum liva av ormverum og/ella eggum hjá skaðadjórum nevnd omanfyri, greiðir Høgni Holm frá, og hesi kunnu millum annað verða:

 

Gulleyga (Guldøje) Chrysopa carnea

Tvísterta (Ørentvist) Forficula auricularia

Mariuhøna (Mariehøne) Coccinellidae sp.

 

Nevteka (Næbtæge) Antochoris nemoralis