Mikukvøldið lat Norðurlandaráðið sínar árligu heiðurslønir. Hetta var gjørt á stórum gallatiltaki í Oslo, sum eisini varð sjónvarpað til øll norðurlond. Føroysk listarfólk vóru í uppskoti til heiðurslønir, men eingin føroyingur vann hesaferð. Danskarar stóðu seg hinvegin heilt væl og fóru avstað við trimum av fimm heiðurslønum.
Kim Leine vann bókmentaheiðurslønina fyri bókina ”Profeterne i Evighedsfjorden”, filmurin ”Jagten” vann filmsheiðurslønina og Selina Juul vann umhvørvisheiðurslønina fyri átakið ”Stop spild av mad”.
Heiðurslønina til barna- og ungdómsbókmentir vunnu finsku Seita Vuorela og Jani Ikone fyri bókina Karikko, og finski Pekka Kuusisto, ið spælir fiól í heimsflokki, vann tónleikaheiðurslønina.
Heiðurslønirnar hjá Norðurlandráðnum eru á 350.000 krónur, og harafturat fingu vinnararnir eisini hvør sína Norðlýsi-standmynd til minnis um heiðurin.