Sunnukvøldið er ein av ársins størstu fótbóltsdystum á skránni, tá ið EM-finalan 2016 verður spæld á tjóðarleikvøllinum í Fraklandi, Stade de France. Londini, sum bresta saman, eru Frakland og Portugal. Og tey skulu sjálvandi hava ein uttanveltaðan dómara at halda skil á monnunum.
UEFA kunnger í morgun, at tað verður 41 ára gamli bretin, Mark Clattenburg, ið skal floyta finaluna. Clattenburg er virdur dómari, sum hevur dømt nógv ár í Premier League, og harafturat dømdi hann eisini Champions League-finaluna ímillum Real Madrid og Atlético Madrid, ið varð spæld í mai mánaði.
Clattenburg hevur higartil dømt tríggjar dystir í hesum EM-endaspælinum, og finalan verður hansara fjórði og síðsti dystur sum dómari í EM-endaspælinum 2016.