Tað ljóðar, at NSÍ er í samráðingum við Allan K. Jepsen um at verða nýggjur venjari hjá felagnum. Hann hevur seinast verið hjálparvenjari hjá Aab. Hann náddi millum annað at spæla tveir dystir fyri danska landsliðið.
NSÍ koyrdi fyrr í heyst Glenn Ståhl sum venjara. Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen hava tikið fyribils stýringina av besta liðnum. Tað hevur verið nakað av ónøgd í hópinum, eftir at leiðslan í felagnum valdi at seta Glenn Ståhl frá. Millum annað vóru spælarar sum Betuel Hansen og Salmundur Bech ikki við í eftirfylgjandi dystinum móti AB.
Allan K. Jepsen er 43 ára gamal og hevur ein langa yrkisleið sum fótbóltsspælari. Hann hevur spælt í Danmark við AGF, AaB, Randers og AC Horsens. Hann hevur eisini roynt seg í Týsklandi við Hamburg SV og Alemennia Aachen, og í Hollandi við Heerenveen.
Hann hevur verið hjálparvenjari hjá AGF og AaB, men er í løtuni uttan starv. NSÍ er nummar tvey í Betri deildini hjá monnum, men tað er høtð kapping um at sleppa út í Evropa komandi kappingarár.