Hesin er upp á tal í EB/Streymi

Heðin Askham heldur ikki fram, og fyrrverandi spælari er upp á tal

Tað er nú greitt, at Heðin Askham ikki heldur fram sum venjari hjá EB/Streymi eftir hetta kappingarárið. Tað ljóðar nú, at fyrrverandi spælari og starvsnevndarlimurin í Fótbóltssambandinum, Jákup Martin Joensen, er upp á tal.

 

Les eisini: Heðin gevst eftir hetta kappingarárið

 

Sjálvur hevur høvðuspersónurin onga viðmekring til málið, men tað ljóðar fyri vist at partarnir eru í samráðingum, har Jákup Martin Joensen saman við Tummas Erlingi Djurhuus skulu taka yvir.

 

Jákup Martin Joensen hevur í nøkur ár verið partur av ymiskum venjaratoymum hjá B36. Hann hevur tikið neyðugu prógvini hjá Fótbóltssambandinum. Hann er uppvaksin á Eiði, har hann eisini hevur spælt fyri besta liðið hjá EB/Streymi.