– Hesin minnniluta bólkur er fyri vanbýti

– Skipanin tykist alt ov stirvin, sigur Tordur Niclasen, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í almannamálum skrivligan spurning

Tað er tørvur á fleiri tulkum. Tað sigur varatingmaðurin hjá Miðflokkinum, Tordur Niclasen, sum nú vil hava at vita, um Almannaverkið hevur nakrar ætlanir um at betra um teknmálstulkatænastuna.

 

– Sannroynd er, at mangul er upp á tulkar í Almannaverkinum, og at skipanin tykist ov stirvin, sigur Tordur Niclasen í fyrispurningi til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Heilt ítøkiliga hevur Tordur Niclasen fyrst spurt, um ætlanin er at fáa møguligar forðingar av vegnum fyri, at fríyrkistulkar í nógv størri mun kunnu nýtast av tí einstaka brúkaranum. Síðani spyr hann, um ætlanin er at broyta skipanina, so at játtanin fylgir brúkaranum, og til síðst vil hann hava at vita, um ætlanin er at broyta skipanina, so at brúkarin fær størri frælsi at velja egnan tulk.

 

– Hóast játtan er í løgtingsfíggjarlógini til teknmálstulkatænastuna, sum deyvir borgarar hava rætt og tørv á, so fáa tey ofta ikki ágóðan av henni. Avleiðingin er verri atkoma og verri møguleikar hjá okkara deyvu borgarum at taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur. Sostatt er hesin minnniluta bólkur fyri vanbýti, sigur Tordur J. Niclasen.

 

– Tí átti tað at verið natúrligt og ein sjálvfylgja, at fríyrkistulkar í nógv størrri mun gjørdust partur av tænastuni, og at játtanin á fíggjarlógini fíggjaði hetta, sigur hann.