Hesin skal døma løgmansfinaluna

Tað verður Dagfinn Forná, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið

Nú er greitt, hvør skal døma finaluna um Løgmanssteypið millum Víking og HB, umframt allar hinar steypafinalurnar, sum eru á skránni komandi dagarnar.

Og í ár verður tað Dagfinn Forná, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið Dagfinn Forná byrjaði at døma í 1997, og fýra ár seinni, í 2001 dømdi hann sín fyrsta dyst í fremstu deildini. Tað er tí ein royndur dómari, ið skal leiða dystin millum HB og Víking leygarkvøldið.

 - Onkursvegna kann man samanbera okkara fyrireiking við fyrireikingina hjá fótbóltsliðunum. Vit hyggja eftir nógvum sjónbandatilfari. Serliga hyggja vit eftir dystum, har hesi bæði liðini hava spælt móti hvørjum øðrum fyrr, so vit kunnu staðfesta, um tað eru tendensir, sum vit skulu halda eitt vakið eyga við, sigur Dagfinn Forná við heimasíðuna hjá FSF.

Dómarar og hjálpardómarar í ársins steypafinalum verða hesi:

Løgmanssteypið:

Dagfinn Forná (dómari), Dan Højgaard og Marner F. Olsen

Steypafinalan kvinnur:

Frederikke Lydia Søkjær (dómari), Fie Brun og Jógvan Breckmann 

U21:

Asron S. Vest (dómari), Kristian G. Joensen og Dávid W. Sjóstein 

U18 Gentur:

Stephan Petersen (dómari), Pætur E. Rasmussen og Nicklas Dam 

U17 Dreingir:

Jón Tór Baldvinsson (dómari), Jan E. Glyvradal og Hanus Johannesen 

U15 Dreingir: (mikudagin 11. sept. klokkan 19:00)

Jákup Ø. Mohr (dómari), Fróði Johannesen og Arthur Højgaard

 

U15 Gentur

Tóki Høghamar (dómari), Emil Sørensen og Eli W. Finnssen

 

U13 Dreingir

Árni B. Petersen

 

U13 Gentur (mikudagin 18. sept. klokkan 17:00)

Jóna Nicolajsen