Nógv bendir á, at tað í kvøld verður staðfest at Sámal Erik Hentze verður nýggjur venjari hjá Víkingi. Sáttmálin við NSÍ er ikki longdur og tað ljóðar, at samstarvið millum hann og NSÍ ikki hevur verið av tí besta í ár.
Les eisini: Samrøða við Brand Jacobsen á FM1
Hóast brotið við Víking í fjør ikki var pent, so tykist tað so gott sum vist, at Sámal Erik Hentze aftur verður venjari í Gøtu og Leirvík. Hann var venjari hjá Víkingi í 2016 og 2017, har hann bæði árini megnaði at vinna FM, áðrenn hann heldur óvæntað valdi at blíva venjari hjá NSÍ undan hesum kappingarárinum.
Tað ljóðar, at partarnir hava tosað saman, og at spælararnir møtast í kvøld, har tað er ein møguleiki fyri, at Sámal Erik Hentze verður kunngjørdur sum nýggjur venjari. Hann segði so seint sum í 3-2 í gjár, at hann ikki hevur tikið støðu, meðan formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, leygardagin segði við FM1, at venjaraspurningurin helst verður avgreiddur í hesi vikuni.
Víkingur bleiv í ár nummar fimm, sum ikki gevur atgongd til Evropa komandi kappingarár. Maurice Ross byrjaði sum venjari í ár, meðan Sigfríður S. Clementsen tók við í summar.