Nú er greitt, hvør skal umboða Føroyar í bogaskjóting á Oyggjaleikunum í summar. Seinasta úttøkukappingin í recurve og compound var í gjár.
Tríggjar kappingar hava verið, og bestu tvey úrslitini eru galdandi. Kravið til recurve-kvinnur var at fáa 980 stig. Recurve-menn skuldu hava 1075 stig.
Compound-kvinnur skuldu hava 1200 stig, og compound-menn skuldu hava 1260 stig.
Hesi manna liðini:
Recurve:
Absalon Hansen, Tambar - (1144+1146) 2290 stig
Hans Petur Højgaard, Ørvur - (1087+1133) 2220 stig
Jógavn Magnus ?Eggaba? Andreasen, VágaSkot - (1098+1054) 2152 stig
Annika Vang, Ørvur - (1169+1198) 2367 stig
Jastrid M. Jensen, Tambar - (1054+1030) 2084 stig
Compound:
Jógvan Niclasen, Tambar - (1318+1340) 2658 stig
Albert Dam, Ørvur - (1322+1321) 2643 stig
Jóannes Poulsen, Ørvur - (1312+1307) 2619 stig
Schandorff Vang, Ørvur - (1277+1326) 2603 stig
Sigrid Vang, Ørvur - (1300+1278) 2578 stig
Rakul Dam, Tambar - (1229+1268) 2497 stig