Í kvøld klokkan 21:45 lokala tíð í Istanbul í Turkalandi, trínur føroyska A-landsliðið við monnum á Başakşehir Fatih Terim Stadion, har pláss er fyri beint omanfyri 17.000 áskoðarum. Talan er um fyrsta dyst í UEFA Nations League 2022/2023 kappingini.
Føroyski hópurin hevur verið samlaður síðan mánadagin, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu vera, ið venjarin og hjálparvenjarin, Håkan Ericson og Eli Hentze senda á vøllin frá byrjan.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Rene Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham og Viljormur Davidsen. Føroyska miðvøllin manna Gilli Rólantsson Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, ið eisini er liðskipari, og Ári Mohr Jónsson. Fremsti maður verður Patrik Johannesen.
Bonkurin sær soleiðis út: Kristian Joensen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Mads Boe Mikkelsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, Jóannes Bjartalíð, Rógvi Baldvinsson, Jákup Biskopstø Andreasen, Hannes Agnarsson, Jóan Símun Edmundsson og Klæmint Andrasson Olsen. Tað merkir, at Meinhard E. Olsen situr yvir.
FM1 sendir beinleiðis frá landsdystinum, sum byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda klokkan 18.45