Norðlýsið skrivar í dag, at Jasper Van Der Heyden úr Belgia er fimti spælarin, sum gevst í KÍ eftir hetta kappingarárið. Dribblisterki vongurin hevur ikki megnað at vunnið sær fasta spælistíð í hesum kappingarárinum.
Hann kom frá AB, har hann til tíðir var framúr góður, men datt eitt sindur niður í millum, tá argjamenn rendu seg í mótgongd. Hann skifti undan hesum kappingarárinum til KÍ. Helst er nakað av áhuga fyri honum kring landið.
Norðlýsið skrivar, at talan er nú um fimm spælarar, sum gevast í Klaksvík. Teir eru Daniel Bjørkman, Ivar S. Rønning, Boris Dosljak og Bob Sumareh. Tað tykist sannlíkt, at René Shaki Joensen verður nýggjur í hópinum, um hann ikki fær avbera áhugavert tilboð úr útlandinum.