- Kenni ikki menninar
Tummas Hanus Dam í Ítrótti sigur seg ikki kenna nakað til Phoenix.
-Eg geri ikki íløgur í slíkt, sigur hann.
-Teir hava runnið eftir mær
Torbjørn Jacobsen, reiðari og tingmaður kennir væl til Phoenix ? alt ov væl!
- Tey seinastu fýra árini hava teir ringt til mín minst tvær ferðir um vikuna fyri at fáa meg at seta pening í, sigur hann.
Hesin umboðsmaðurin, Jørgen Jensen tosar, sambært Tobba "som et vandfald", og dugir uttan iva væl at sannføra fólk um at rætt er at seta pening júst í teirra felag.
Teir frá Phoenix hava eisini sent honum eina sera snotuliga brosjyru fýra ferðir um árið.
-Men eg hoppi ikki uppá slíkt, sigur Tobbi.
-Ikki við
Johannes Jakobsen, ið rekur El-húsið í Saltangará hevur heldur ikki sett pening í felagið.
-Tíbetur, sigur hann stutt.
- Fínar brosjyrur
Beta í Fuglafirði hevur eisini fingið fyrispurningar frá Phoenix um at seta pening í.
-Teir hava sent okkum fínar brosjyrur, men vit hava ikki sett nakran pening í, sigur Ragnar Olsen.
- Lýsingin ein tilvild
Í blaðnum í gjár høvdu vit eina mynd av einum stórum lýsingaskelti á B36-húsinum, har lýst verður um tryggar íløgur í Phoenix.
Kristan á Neystabø, fyrrverandi formaður í B36 sigur, at felagið ikki hevur nakran pening í klemmu í Phoenix. Og lýsingin kom eftir at fótbóltsfelagið sjálvt hevði biðið um hana.
- Vit vildu hava lýsarar, og tí ringdu vit runt til ein hóp av feløgum og fyritøkum. Og soleiðis fingu vit lýsingina frá Phoenix, sigur Kristjan á Neystabø.