Í kvøld og í morgin spæla Føroyar vinardyst móti Grønlandi.
Landsliðsvenjarin hevur valt at taka tvey ymisk lið út til teir báðar dystirnar, har ein ávís útskifting verður til dystin í morgin.
Til dystin í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20.00 verður liðið hetta:
Nicholas Satchwell, Tórður S. Guttesen, Rói Berg Hansen, Sjúrður Olsen, Peter Krogh, Rúni Vest Højgaard, Hans Eli Sigurbjørnsson, Brandur Halgirssonn Áki Egilsnes, Sámal á Tjaldrafløtti, Allan Norðberg, Rókur Akralíð, Helgi H. Hoydal, Rógvi Dal Christiansen, Jónas G. Djurhuus, Tróndur J. Kragesteen.
Til dystin í morgin í Vestmanna klokkan 17.00 manna hesir liðið:
Nicholas Satchwell, Tórður S. Guttesen, Sjúrður Olsen, Rúni Joensen, Peter Krogh, Eirikur Simonsen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Brandur Halgirsson, Áki Egilsnes, Vilhelm Poulsen, Allan Norðberg, Pætur Thomsen, Helgi H. Hoydal, Rógvi Dal Christiansen, Jónas G. Djurhuus, Tróndur J. Kragesteen
FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum.