Oljutangarnir á Viðarnesi fara at fáa frið at verða standandi, har teir eru.
Tað er staðfest nú í valstríðnum upp undir kommunuvalið í morgin.
Á veljarafundi í Sjónleikarhúsinum fríggjakvøldið varð spurningurin um oljugoymsluna á Viðarnesi reistur. Tað hendi, tá ið áhoyrarar spurdu, nær stig verða tikin til at fáa teir út um sjálvan býin, og kanska fáa teir út á Glyvursnes, ella inn á Sund.
Men tað er greitt, at tað fer ikki at koma nakað krav frá býráðnum um at fáa oljufeløgini at flyta teir út um sjálvan býin.
Hvørki Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri og valevni fyri Fólkaflokkin, ella Heðin Mortensen, borgarstjóri og valevni fyri Javnaðarflokkin, eru sinnaðir til at krevja tangarnar út um býin.
Jan Christiansen vísti á, at bensintangarnir eru fluttir, og samstundis eru nakrir nýggir oljutangar bygdir. Sostatt eru bara oljutangar eftir á Viðarnesi, og sostatt er eingin vandi fyri spreingingum yvirhøvur.
Samstundis eru tangarnir tryggjaðir og góðkendir av arbeiðseftirlitinum og øllum øðrum myndugleikum.
Hann heldur, at teir eru kanska ikki nakað prýði fyri Havnina, men hann staðfestir samstundis, at tað eru olufeløgini, sum eiga teir.
Hann vísti eisini á, at býráðið hevur áður roynt at fáa oljufeløgini at flyta tangarnar inn á Sund.
– Men tá gjørdi stjórin í øðrum oljufelagnum greitt, at býráðið kann krevja tangarnar av Viðarnesi. Men tað verður ikki býráðið sum ger av, um teir so verða fluttir inn á Sund, tí verða teir fluttir av Viðarnesi, verða teir fluttur longur norður, ella norður til Hósvíkar, gjørdi oljustjórin býráðnum púra greitt.
Hóast tangarnir ikki eru nakað prýði fyri Havnina, helt Jan Christiansen, at býráðið skal vara seg fyri at krevja teir fluttar, tí tað er tað sama sum at flyta teir úr kommununi, saman við oljufeløgunum sjálvum, og arbeiðsplássunum, sum hartil hoyra.
– Og tað kann neyvan vera endamálið hjá einum býráði, legði hann afturat.
Heðin Mortensen váttaði, at ein roynd varð gjørd at flyta teir út á Glyvursnes ella inn á Sund, men at úrslitið var tað, Jan Christiansen hevði greitt frá.
Hann heldur ikki, at vit skulu flyta oljutangar, bæði fyri at flyta teir.
– Skulu vit hava skipaferðslu inn og út av Havnini, mugu vit eisini kunnu bjóða skipunum at bunkra olju. Kunnu vit ikki tað, missa vit eisini skipini, og so missa vit eisini inntøkur, staðfesti borgarstjórin.
Eisini hann ásannar, at teir eru ikki serliga vakrir, men hann heldur kortini, at hetta er nakað, havnarfólk kunnu liva við.