Hesir vilja stjórna FIFA

Sjey mans eru í uppskoti til at taka yvir eftir Sepp Blatter.

Altjóða fótbóltssamgongan FIFA hevur í dag kunngjørt valevnini til forsetavalið hjá felagsskapinum, ið verður avgjørt á eykaaðalfundi 26. februar.


Fundarluttakararnir hava møguleikan at velja millum sjey mans, ið hava bjóðað seg fram til at stjórna FIFA.


Forsetavalevnini eru Prins Ali bin al-Hussein, forseti í jordanska fótbóltssambandinum, Musa Bility, forseti í liberiska fótbóltssambandinum, Jerome Champagne, fyrrverandi stjórnarlimur í FIFA, Gianni Infantion, UEFA-aðalskrivari, Michel Platini, UEFA-forseti og FIFA-varaforseti, Sheik Salman bin Ebrahim al-Khalifa, formaður í asiatisku fótbóltssamgonguni, og Tokyo Sexwale, fyrrverandi suðurafrikanskur ráðharri.


Serfrøðingar meta, at tað er 62 ára gamli suðurafrikanarin Tokyo Sexwale, ið er favorittur at taka yvir eftir Sepp Blatter.


Tokyo Sexwale er kendur í heimlandinum frá stríðnum móti apartheid, og sat millum annað í fongsul við Nelson Mandela á Robben Island. Hann er ikki serliga kendir innan fótbóltsheimin, men hevur arbeitt við at beina fyri mismuni í altjóða fótbólti, og hevur verið umboðsmaður hjá FIFA í ósemjuni millum Palestina og Ísrael.


Mett verður, at øll tey afrikansku limalondini fara at stuðla Sexwale, ið kann gerast fyrsti myrki FIFA-forseti.