Lutakastið til hálvfinalurnar í Europa League hevur verið í dag. Liverpool skal í hálvfinlauni møta Villareal. Í hini hálvfinaluni møtast UEFA Cup vinnararnir frá 2009 Shakhtar Donetsk og tvífaldu Europa League vinnararnir Sevilla.
Shakthar Dontsk og Villareal hava heimadystir í fyrru hálvfinaluni, sum verður 28. apríl. Returdysturin verður 5. mai.
Hálvfinalurnar vera síðast í apríl og fyrst í maj. Sjálv Europa League finalan verður í Basel í Sveis. Hon verður 18. mai.
Hálvfinalur Europa League:
Shakhtar Donetsk - Sevilla
Villarreal - Liverpool