- Nú hava ongir sosialráðgevarar verið á Landssjúkrahúsinum í yvir trý ár.
Tað staðfesata tær fýra, Jacoba Juulsdóttir Jacobsen, Tine Lyager, Hildur Vang og Birita Jaspursdóttir Joensen, sum allar eru í nevndini í Áhugagelagnum Sosialráðgevarar í Føroyum.
Og tað siga tær í opnum brævi nú seinnapartin til Johnny í Grótinum, stjóra á Landssjúkrahúsinum
Tær vísa á, at á Psykiatriska deplinum hava upp til tríggir sosialráðgevarar verið í starvi í senn.
- Nú hevur ongin verið í starvi síðani 2013. Hesi seinastu tvey árini var bara ein sosialráðgevari í føstum starvi, tí at tað eina fasta starvið datt burtur.
Tað eina sosialráðgevarastarvið, ið annars var á Landssjúkrahúsinum, varð niðurlagt um sama mundi í 2013.
- Sosialráðgevarafelagið má bara staðfesta, at eitt og eitt hálvt starv til alt Landssjúkrahúsið er als ikki nøktandi, hvørki fyri limir okkara, og so als ikki fyri viðgerðina og tann einstaka sjúklingin.
- Nú hava so ongir sosialráðgevarar verið á LS í yvir 3 ár.
Tær halda, at Landssjúkrahúsið noyðist at viðurkenna, at tað eru sjúklingar, ið detta niður ímillum skipanir, og sum ikki fáa neyðuga ráðgeving og vegleiðing ímeðan teir eru innlagdir og eftir at teir eru útskrivaðir.
- Hetta verður við jøvnum millumbilum staðfest í Almannaverkinum, har nøkur av hesum somu menniskjunum hava tørv á onkrari veiting ella stuðli.
Trýst HER og les meiri um, hvat tey halda um støðuna.