Hetta er arbeiðssetningurin

36 orð liggja til grund fyri arbeiðinum at orða eina nýggja fiskivinnuskipan.

Á tíðindafundi í Fiskimálaráðnum í dag, kunngjørdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, arbeiðssetningin, ið skal liggja til grund fyri nýsetta arbeiðsbólkin, ið skal gera tilmæli til eina nýggja fiskivinnuskipan.


Hetta er arbeiðssetningurin


- Nevndin skal eftirmeta og endurskoða skipanina av føroysku fiskivinnuni í síni heild – herundir lógina um vinnuligan fiskiskap og aðra viðkomandi lóggávu – og gera fullfíggjað uppskot til lóggávu, skipanir og skiftisskipanir, ið kunnu røkka málunum við nýskipanini.