United Kingdom Independence Party, vanliga stytt UKIP, hevur í dag valt nýggja forkvinnu eftir, at Nigel Farage, leiðarin síðstu árini, legði frá sær í kjalarvørrinum av Brexit fólkaatkvøðuni, tí hann hevði klárað tað, ið hann ynskti í politikki.
Nýggja forkvinnan er Diane James, ið eins og Nigel Farage, er limur í Evropa parlamentinum. 40.000 limir í UKIP luttóku í valinum av nýggju forkvinnuni.
- Vit eru politiska broytingin í Bretlandi, segði nýggja forkvinnan í síni fyrstu røðu sum forkvinna, sambært Reuters.
Nýggja forkvinnan hevur sum aðalmál, at tryggja sær, at bretska stjórnin virðir úrslitið av fólkaatkvøðuni, tekur Bretland úr ES, avmarkar talið av tilflytarum og tryggjar betri handilssáttmálar.