- Hetta er beinleiðis álitisbrot

Støðan var ein onnur fyri 12 árum síðani.

Elin Lindenskov, fyrrverandi býráðslimur fyri Javnaðarflokkin blandar seg nú í kjakið. 

Á Facebook hevur hon sent eina rættleiðing til Anniku Olsen. 

Hon skrivar:

Fyri 12 árum síðani var støðan ein onnur.

Tá bjóðaðu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, Heðini Mortensen borgarstjórasessin fyri Sambandsflokkin.

Tað tilboði tóku sambandsfólkini Beata L. Samuelsen og Høgni Mikkelsen ikki av, tí tey ikki vildu hava floksfelagin Heðin Mortensen til borgarstjóra.

Støðan er tí ikki tann sama í dag sum fyri 12 árum síðani. Hesaferð er talan um eitt beinleiðis álitisbrot frá Fólkaflokkinum - einki annað.