- Hetta er ein fantastiskur dagur

Eydnudeild Føroya er eitt hondbóltsfelag fyri børn, sum ikki megna at venja úti í vanligu feløgunum

Eydnudeild Føroya er eitt hondbóltsfelag fyri børn, sum ikki megna at venja úti í vanligu feløgunum.

Í Føroyum høvdu tey sína fyrstu venjing skírisdag 2018, og tey hava regluligar venjingar hvønn týsdag kl. 17-18 í høllini í Kollafirði. Morten Hust Petersen er venjari.

Børnini, sum venja, eru úr nógvum ymiskum støðum í landinum. Har eru børn úr Havn, Hoyvík, Argjum, Oyrareingjum, Miðvági, Norðskála og Runavík.

Eydnudeild er systirdeild hjá donsku LYKKELIGA. Í Danmark, Føroyum og Grønlandi eru 45 lið og umleið 600 spælarar, sum hvørja viku venja hondbólt.

Flestu av hesum spælarum hittast leygardagin 8. juni í GIGANTIUM í Aalborg til at seta eitt ordans punktum fyri kappingina.

##med2##

Fleiri av heimsins bestu spælarum hjá bæði kvinnum og monnum, t.d. Helle Thomsen, Mulle, Henrik Mølgaard og stovnarin av LYKKELIGA Rikke Nielsen og fleiri onnur vera har fyri at heppa og geva "high five". Tey koma heilt sikkurt eisini inn á vøllin at geva eina hjálpandi hond, um neyðugt.

Eisini dómararnir eru heimskendir í hondbóltsverðini, so hetta er veruliga stórt.

Wafande kemur at syngja fyri teimum, og tey, sum ynskja, fáa sjálvandi undirskrift, klemm, high-five og selfie aftaná.

Fantastiskur dagur

Í tíðindaskrivi sigur eitt av foreldrunum soleiðis:

- Sum foreldur til ein EYDNUSPÆLARA er torført at siga við orðum, hvussu fantastiskur hesin dagurin er. Okkara børn eru veruligar stjørnur frá tí vit trína inn í Gigantium í Aalborg tíðliga um morgunin, til vit fara avstað seint um kvøldið tá gallaveitslan er liðug.

Øll liðini ganga skrúðgongu inn í høllina áðrenn kappingin byrjar, og øll lið verða presenteraði. Øll eru glað og hjálpa hvørjum øðrum og heppa á hvønn annan, og øll vinna.

##med3##

Úr Føroyum fara sjey eydnuspælarar við til LYKKE-CUP 2019. Teir eru: Frits Joensen 13 ár, Gutti Eliassen 13 ár, Drós Vang 8 ár, Mia Jóhanna Davidsen Klein 9 ár, Karla Rasmussen 15 ár, Sólveig Asmita Hansen 16 ár og Regin Christoffer Vatnsdal 9 ár.

Allir spælarnir hava onkran avvarðandi við sær. Nøkur hava lagt hetta saman við summarferiu í ár, meðan onnur taka tað sum eitt forlongt vikuskiftið.

- Okkara vón er, at fleiri spælarar úr Føroyum koma við til venjingarnar hjá okkum, tí her eru ØLL vælkomin. Vit hava eina Facebook síðu, sum eitur Eydnudeild Føroyar, og vit eru eisini á Instagram, har vit eita eydnudeild.