Fyrstu skitsutekningarnar gjørdi Bødvar Hjartvarsson sjálvur, men tað er Kontrast, sum hevur teknað og tillagað uppskotið, og snikkarin er sera væl nøgdur við arbeiðið hjá Kontrast.

Hetta er ein íløga fyri einar 4-5 milliónir í Dali

- Eg eigi ikki so nógvar pengar sjálvur, og tí verður neyðugt við íleggjarum, sum vilja verða saman við okkum, sigur Bødvar Hjartvarsson, sum fer at byggja seks smáttur og eina íbúð í Dali.

 

Fyrstu skitsutekningarnar gjørdi Bødvar Hjartvarsson sjálvur, men tað er Kontrast, sum hevur teknað og tillagað uppskotið, og snikkarin er sera væl nøgdur við arbeiðið hjá Kontrast.

- Síðan vit fluttu til Dals at búgva, hevur tað altíð ligið í kortunum, at vit vildu búgva og arbeiða í Dali, og tí eru vit sera spent upp á íbúðina, sum skal byggjast í parti av snikkaraverkstaðnum og smátturnar, sum eisini fara at koma.

 

Tað sigur Bødvar Hjartvarsson, sum saman við konu síni, Helgu Hilmarsdóttir, hevur fingið byggiloyvi til seks smáttur - ella smáhús í Dali. Tey hava eisini fingið byggiloyvi til at innrætta ein part av snikkaraverkstaðnum til íbúð.

 

Í Dali eiga tey jørð, sum rúmar øllum smáttunum, og byggisamtyktin fyri økið er broytt, soleiðis at smátturnar nú kunnu byggjast á lendinum. Í Dali er friðarligt og gott, og her er eisini veðurgott.

 

Bødvar Hjartvarsson er í løtuni í holt við at fáa inn nøkur tilboð upp á eitt nú tilfar, hitaskipan og el til verkætlanina. Málið er, at bæði smátturnar og íbúðin á verkstaðnum skulu hitast við jarðhita.

 

Spurdur, hvussu stór samlaða íløgan verður, sigur hann, at tað er eitt sindur trupult at siga, áðrenn øll tilboðini fyriliggja, men hann væntar, at talan verður um eina samlaða íløgu upp á einar 4-5 milliónir krónur. 

 

- Eg eigi ikki so nógvar pengar sjálvur, og tí verður neyðugt við íleggjarum, sum vilja verða saman við okkum. Síðan tað frættist, at vit arbeiða við verkætlanini, hava vit fingið fleiri fyrispurningar.

 

Hann vísir á, at persónar ella fyritøkur, sum kundu hugsað sær at vita meira um verkætlanina, er altíð vælkomin at venda sær til Dals.

 

Málið hjá Bødvar og Helgu er, at smáhúsini í Dali kunnu standa uppi einaferð næsta ár, og sjálvur dylur hann ikki fyri, at honum dámar væl, tá tingini ganga skjótt. 

 

- Eg fylli 60 ár í september, og hóast blóðtøppin í heilanum og mista lesiførleikan, sum eg arbeiði við hvønn dag, havi eg tað fínt. Tað kundi verið so nógv verri, nú eg gjørdist raktur.

 

##med2##

 

Hann viðgongur, at lívsverkið á snikkaraverkstaðnum er lagt á hillina, og nú verður øll orkan brúkt upp á ferðavinnuvirksemið, sum bæði konan og hann tíma ógvuliga væl og síggja stórar møguleikar í. 

Bødvar Hjartvarsson sigur, at uttan Sandoyartunnilin hevði hann neyvan farið í holt við hesa verkætlan, og nú Dalstunnilin eisini er nær, heldur hann, at øll útlit eru til, at hetta kann gerast ein sera spennandi vinna í Dali.

- Mær dámar væl at samskifta við fólk, og eg klári meg í enskum. Er talan um eitt nú týskarar ella onnur, sum vilja koma hendavegin, dugi eg helst líka frægt av enskum, sum flestu teirra duga, leggur hann brosandi aftrat.

 

Lesið eisini https://www.in.fo/news-detail/skjott-standa-seks-smattur-uppi-i-dali

 

 

 

Fyrstu skitsutekningarnar gjørdi Bødvar Hjartvarsson sjálvur, men tað er Kontrast, sum hevur teknað og tillagað uppskotið, og snikkarin er sera væl nøgdur við arbeiðið hjá Kontrast.

Eftir ein blóðtøpp í heilanum, noyddist Bødvar Hjartvarsson at saðla um.