Skjótt standa seks smáttur uppi í Dali

Gongst, sum hjúnini, Bødvar Hjartvarsson og konan, Helga Hilmarsdóttir, ætla, verða seks smáhús bygd í Dali, og ein partur av snikkaraverkstaðnum verður umbygdur til leiguíbúð.

 

Bødvar Hjartvarsson og konan, Helga Hilmarsdóttir, hava fingið byggiloyvi til seks smáttur - ella smáhús - sum skulu byggjast oman fyri húsini hjá familjuni í Dali. Her eiga tey jørð, sum rúmar øllum smáttunum. Byggisamtyktin fyri økið er broytt, soleiðis at smátturnar kunnu byggjast á lendinum. 

 

Hjúnini eru ikki ókend í ferðavinnuhøpi. Tey hava virkað sum fyristøðufólk í Eiriksgarð, sum verður leigaður út til ymiskt virksemi í bygdini og til bólkar, sum vitja í Dali. Kampingplássið í Dali liggur eisini rakstrarliga undir Eiriksgarði.

 

Soleiðis hava hjúnini verið partur av ferðavinnu gjøgnum nøkur ár, men nú ætla tey burtur av at virka í hesi vinnu.

 

Bødvar Hjartvarsson hevur átt og rikið Snikkarakjallaran í Dali síðan 2000, og verkstaðurin hjá honum hevur serliga verið kendur fyri at smíða trappur, tó at hann eisini hevur gjørt aðrar snikkarauppgávur á verkstaðnum.

Sjálvur sigur Bødvar, at hann smíðaði fyrstu trappurnar fyri umleið 40 árum síðan, og tá hann so fekk sítt egna snikkaraverkstað í Dali fyri skjótt 24 árum síðan, gjørdust trappurnar høvuðsframleiðslan á virkinum.   

Men, alt snikkaravirksemi, sum hann hevði í Dali, steðgaði brádliga ein desembermorgun, tá hann fekk ein blóðtøpp í heilan. Hetta kom rættiliga óvart á mannin, sum ongantíð áður hevði følt sær mein. 

Sjálvur visti hann ikki av, at hann hevði havt ein blóðtøpp, tí hann føldi hvørki eitt ella annað. Her var eingin høvuðpína ella nakað, sum órógvaði. Men, skjótt skuldi hann tó síggja, at hann var ikki sloppin snikkaleysur.

Lesiførleikin var farin og maðurin, sum var vanur at lesa nógv, noyddist nú at byrja at læra at lesa av nýggjum. Hetta var lættari sagt enn gjørt, og skjótt sá hann, at tað fór ikki at bera til at halda fram við verkstaðnum undir slíkum umstøðum.

Í dag er hann fyritíðarpensjónistur.

 

Bødvar og Helga eru sera spent upp á byggiverkætlanina við smáttunum, sum nú liggur fyri framman, og tey ímynda sær, at hetta verður ein fyritøka, sum tey bæði saman við børnunum koma at taka sær av. 

Umframt tær seks smátturnar, er ætlanin hjá hjúnunum eisini at innrætta ein part av snikkaraverkstaðnum til eina íbúð, sum tey eisini fara at leiga út. Henda íbúðin verður eisini bygd soleiðis, at hon kann brúkast av fólki við koyristóli.  

Verkstaðurin er 16 metrar langur og tíggju metrar breiður.

 

- Vit fara at taka fimm metrar av verkstaðnum, soleiðis at íbúðin verður 5x10 fermetrar, og vit hava eisini fingið byggiloyvi til hesa verkætlanina. Íbúðin, sum ætlandi verður bygd fyrst, kemur at liggja í endanum av verkstaðnum, sum liggur oman móti mølini. 

 

Bødvar Hjartvarsson vísir á, at tað er Kontrast, sum hevur teknað og tillagað verkætlanina, sum hann upprunaliga skitsuteknaði sjálvur. 

- Eg eri ovfarin av úrslitinum hjá Kontrast, sum eg haldi sær fantastiska gott út. Tey hava tillagað tekningarnar, soleiðis at ljósið, sum kemur inn í smátturnar, nú er nógv betur, enn tað annars hevði verið, og nú sæst eisini út á sjógv úr øllum smáttunum.

Hann sigur, at eftir uppskotinum hjá honum vóru smátturnar fimm í tali, men í tillagaðu tekningunum og verkætlanini, sum byggiloyvi er givið til, eru tær nú seks í tali, og smátturnar eru plaseraðar øðrvísi í lendinum, enn tær vóru í hansara upprunaliga uppskoti.

Tær seks smátturnar verða allar eins stórar, 5,20 x 5,20 metrar. 

- Her verður kamar við dupult song, køkur og stova í einum, og her verður wc við brúsu. Tvær hurðar verða inn í kamarið, og soleiðis slepst lættari til dupultseingina, sum kann vera hent fyri tey, sum eru eldri og veikari á beinunum.

Bødvar Hjartvarsson sigur, at koyristólur fer at sleppa inn í allar smátturnar, men tað er serliga tann niðasta smáttan, sum er tillagað 100 prosent til koyristól, og tað verður eisini koyrandi til ta niðastu smáttuna.

- Annars verða gøtur til hinar smátturnar, sum koma at liggja í lendinum niðaneftir, sigur hann.

 

Smátturnar í Dali verða bygdar eftir nýggju byggireglugerðini og tá lendið, har tær koma at standa, nú er sethúsaøki, verða smátturnar bygdar sum sethús, tó at tær í stødd eru nógv minni enn vanlig sethús. 

Í prinsippinum verða smáhúsini heilárshús, sum búgvast kann í alt árið. 

 

Bødvar Hjartvarsson vísir á, at á verkstaðnum eru nógvar maskinur, sum hann framhaldandi ætlar sær at hava, og hann vil gjarna hava pláss fyri maskinunum og amboðunum, tó at snikkaverkstaðurin, soleiðis sum hann hevur verið rikin, er farin í søguna. 

- Í staðin fyri at vera livibreyðið hjá familjuni, verður verkstaðurin nú meira hobby, sigur snikkarin, sum ásannar, at virksemið, sum hann hevur havt á verkstaðnum í Dali í 20 ár, er søga.

Hann vísir á, at hóast lesiførleikin er mistur, vilja hann og familjan nú skapa eina nýggja og øðrvísi tilveru í Dali, og hann væntar, at tað í fyrsta lagi verður konan, sum nú verður drívmegin, og at hann verður henni til hjálpar í virkseminum, sum liggur fyri framman.

 

Higartil hevur ferðavinnan verið ein hjávinna, men tá íbúðin á verkstaðnum og smáhúsini her í bønum oman fyri hjá okkum eru komin upp, verður hetta høvuðsvinnan hjá familjuni, sum eisini fer at hava heimablídni í Dali.

 

Lesið eisini https://www.in.fo/news-detail/hetta-er-ein-iloega-fyri-einar-4-5-millionir-i-dali

 

##med2##

 

##med3##