Frælsi við ábyrgd
Tosað verður um, hvussu týdningarmikið tað er fyri kvinnuna at fáa frælsi at ráða yvir egnum kroppi. Men hvat er hetta fyri frælsi, ið talan er um? Frælsi til at kvetta lívstráðin av hjá einum livandi fostri, ið kundi blivið til stóra gleði og signing fyri kvinnuna sjálva, hennara kæru og alt land okkara!
Og snýr hetta frælsi seg bara um kvinnuna og als ikki um rættin hjá verjuleysa barninum í móðurlívi? Skal mítt frælsi veruliga fara so langt, at eg skal avgera lagnuna hjá einum øðrum menniskja, ið ikki er føtt enn? Er tað ábyrgdarfult frælsi?
Sum fostur sóu eygu Tíni meg
Eg var við sjúkraleguna hjá kvinnu og vildi so fegin bera henni nøkur troystarorð frá Harranum. Tá rann mær í huga at lesa úr Sálmi 139 eftir Dávid, ørindini 13-17:
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
– Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!
Barnið í favni tínum
Sum eg las hesi orðini, kom tað so álvarsamt fram fyri meg, hvussu tíðliga, ið eygu Skaparans hvíla á okkum! – Tað er ikki so títt og knapt, sum vit eru fødd, men longu við gitnaði okkara!
Og Hann, ið virkaði okkum so undurfult í móðurlívi, sá longu tá, hvussu mangir dagar okkara fóru at verða.
Kvinna – hugsa tær, tá ið tú stendur við einum elskuligum nýføðingi í favni tínum, at tað júst kundi verið hetta barn, ið tú valdi frá og beindi burtur úr móðurlívi – eitt so elskuligt menniskja, ið er til so stóra gleði fyri teg!
Harrin tekur og gevur lív
Tá ið Hanna hevði átt Sámuel, segði hon hesi orð (1. Sám. 2.6):
Harrin er tann, ið tekur lív og gevur lív.
Hvørji eru tá vit at fara inn í móðurlív at kvetta lívstráðin av hjá einum so undurfullum fostri, sum veksur og verður føtt eftir 9 mánaðir? Hava tú og eg rættin til at bróta dagatalið av, ið Gud Skaparin ætlaði fostrinum?
Eg kenni meiri enn eitt dømi í landi okkara, har mamman umhugsaði ella varð eggjað til at taka fostrið, men gjørdi tað ikki. - Og hvør gleði at síggja hesi, sum í dag eru til so stóra signing – bæði her okkara millum og úti í heimi.
Andrea Bocelli
Kendi italski tenorsangarin, Andrea Bocelli, var føddur sjónveikur. 12 ára gamal bleiv hann fullkomiliga blindur av óhappi, sum hendi í bóltspæli.
Á YouTube liggur eitt brot, har Bocelli situr við klaverið og spælir, meðan hann sigur frá søgu um unga konu, sum fór á sjúkrahús, tí hildið var, at hon hevði bruna í blindtarminum. „Læknarnir løgdu ís á hovna búk hennara,“ greiðir Bocelli frá.
Hann heldur fram: „Við endan á hesi viðgerð ráddu læknarnir henni til at fáa fosturtøku. Teir søgdu, at tað var besta loysnin, tí barnið uttan iva fór at verða føtt við onkrum breki. Men djarva unga konan vildi ikki bróta viðgongutíðina av og barnið varð føtt.“
Síðan leggur Bocelli afturat: „Konan var mamma mín, og barnið – tað var eg.“
„Eg eri møguliga parthallur av hesum, men eg vil fegin siga tykkum, at hetta var rætta avgerðin. Og eg vóni, at hetta kann verða ein eggjan fyri mammur, sum møguliga í løtuni eru í torførum umstøðum, men sum vilja bjarga lívi barna sína.“
Hevði mamma Bocelli gjørt eftir tilráðingini frá læknunum, hevði heimurin verið fátækari og ikki átt framúrskarandi tenorsangaran Andrea Bocelli.
Tann, sum nógv er litið upp í hendur
Í Lukasi 12.48 lesa vit: ”
… Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur eftir tess meiri.
Øll koma vit fyrr ella seinni at svara Gudi fyri, hvussu vit hava umsitið tær gávur, ið Hann gav okkum, og hvussu vit hava tikið avgerðir og lóggivið, har vit eru sett at virka.
Allar lógir, ið vit eru við til at samtykkja, ávirka onnur. Í hesum føri eru tær við til at avgera lagnuna hjá einum øðrum menniskja, um tað fær loyvi at liva ella ikki – og tað er sera álvarsamt!
Í Galatiabrævinum 6.7 lesa vit:
Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.
Vit biðja fyri tykkum
Góðu tit, sum eru sett at stýra landi okkara – vit biðja fyri tykkum! Og tað gera vit ikki bert í sambandi við hetta álvarsmál, men tað gera vit altíð! Tað er Gudgivna uppgáva okkara, sum vit lesa í fyrra brævi Timoteusar 2.1-4:
Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,
fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.
Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt,
Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.
Virðingarmest
John í Skemmuni