Fingu ikki Eyð­dis at bakka

Eyðdis Hartmann Niclasen verður við til at leggja uppskot um fosturtøku fyri Løgtingið í morgin, hóast flokkurin hevur roynt at tala hana frá tí

Tað eydnaðist ikki formanni Sambandsfloksins at tosa Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinnu fyri Sambandsflokkin, frá at vera við til at leggja uppskotið um fría fosturtøku fyri tingið.

 

Samstundis sigur formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen við Kringvarpið, at í etiskum málum stendur tað øllum tingfólkum frítt at gera hava, hvussu tey atkvøða.

 

– Vit komu ikki til eina semju og sostatt verður Eyðdis Hartmann Niclasen við sum uppskotsstillari, tá uppskotið um fría fosturtøku verður lagt fram í Løgtinginum í morgin, segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, við Útvarpið í kvøld.

 

Ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt, og sum hevur verið kunngjørt í Sosialinum og á in.fo vísti, at meirilutin av sambandsveljaranum taka undir við uppskotinum, sum Eyðdis Hartmann Niclasen fer at vera við til at leggja fyri Løgtingið í morgin.

 

Lesið eisini: Føroyingar taka undir fosturtøku til 12. viku

 

Kanningin vísir, at 52 prosent av sambandsveljarum taka undir, at fosturtøka verður loyvd til 12. viku í viðgongutíðini. 35 prosenta av sambandsveljarum eru ímóti og 12 siga seg ikki vita.