28 ári gamli fraklendingurin, Ousmane Dembele hevur vunnið Ballon D'or, eisini nevndur: Gullbólturin.
Farna kappingarár skoraði Ousmane Dembele 35 mál, og legði upp til 16 mál hjá Paris Saint Germain.
Næstflestar atkvøður fekk ungi spaniumaðurin, Lamine Yamal.
Lamine Yamal vann tó Kopa-steypið annað árið á rað. Kopa-steypið verður latið til besta leikaran, ið er 21 ár ella yngri.
Vitinha hjá PSG gjørdist nummar trý, og Mohamed Salah hjá Liverpool gjørdist nummar fýra í Ballon D'or atkvøðugreiðsluni.