Skeyt við byrsju millum hús í Suðuroy

Seinnapartin í gjár var løgreglan boðsend, tí ein maður skeyt við byrsu millum hús

Vaktleiðarin sigur, at eingin vandi var á ferð, men tað skapti ótta millum fólk, tá ein maður, sum var ávirkaður av rúsdrekka, skeyt nøkur skot í eini bygd í Suðuroy. Hetta var millum hús, men maður skeyt niður í ein bakka við høglbyrsju.

Vaktleiðarin sigur, at viðkomandi fær bót fyri brot á skilhaldsreglarnar fyri gerðina. Tað kundi verið til brot á vápnalógina, men tað reglan varð tó ikki nýtt í hesum føri.