Nesavegurin stongdur 23. september

Í sambandi við rennidagin hjá skúlanum týsdagin 23. september verður Nesavegurin stongdur frá Nesabrekkuni og yvir til niðankoyringina til Vágadal, fyri allari gjøgnumkoyring frá kl. 10.00 til kl. 12.00.

 

Runnið verður frá húsunum hjá Bjørk og Andor á Nesavegnum til endan á Kálvalíðvegnum.

 

Vit heita á allar bilførarar um at vísa varsemi og taka atlit til næmingarnar, sum luttaka í rennidegnum.

 

Vága kommuna ynskir øllum ein góðan og stuttligan rennidag, skrivar vaga.fo.