Skjótt fer at bera til hjá íðkarum hjá VÍF at styrkivenja í ítróttarhøllini.
Vestmanna kommuna er nevnliga í holt við at byggja ein tilbygning uppí vestursíðuna á høllini.
- Tilbygningurin skal brúkast sum venjingarhøli, og væntandi verða hølini klár at taka í nýtslu um mánaðarskiftið oktober/ november.
Bygningurin er 80 fermetrar stórur við høgari trom, og her verður beinleiðis atgongd og sýni inn í høllina og út í túnið.
- Stílurin er einfaldur, og rúmið er opið við ráum betongveggi og troldteklofti, siga tey í Vestmanna kommunu.
##med2##
Tað er Magnus Müller, sum hevur teknað og projekterað.
Sp/f Johnny Joensen hava grivið út og planerað, Sp/f Jóni Durhuus hava stoypt, og Timbur & Snikkaratænastan v/ Hjartvardi Kjærbæk gera í løtuni timburarbeiðið.