Flightradar vísir, at fleiri flogfør flúgva í ringrás kring Oslo Lufthavn í kvøld

Dronur órógva eisini flogvøllin í Oslo

Í kvøld váttar tíðindavaktin hjá Avinor, at ein drona eisini er sædd nærindis Oslo Lufthavn

 

 

Flightradar vísir, at fleiri flogfør flúgva í ringrás kring Oslo Lufthavn í kvøld

Í kvøld varð flogferðslan í Kastrup steðgað, tí dronur vóru sæddar í luftini yvir flogvøllinum.

 

Men, tað er ikki bara í Kastrup, at dronur hava órógvað flúgvingina í kvøld.

 

Í kvøld váttar tíðindavaktin hjá Avinor yvirfyri norska kringvarpinum - NRK - at ein drona eisini er sædd nærindis Oslo Lufthavn.

 

- Av trygdarávum er gjørt av at flyta alla flogferðslu yvir til eina av breytunum, sigur tíðindavaktin, Karoline Pedersen, við NRK.

 

Hon sigur, at flogferðslan nú gongur væl og næstan sum vanligt. Løgreglan hevur fingið boð um hendingina.

 

Átaksleiðarin hjá norsku løgregluni í økinum, Gisle Sveen, sigur, at tey í løtuni ikki síggja nakað beinleiðis samband millum hendingina í Oslo og aðrar hendingar.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Flightradar vísir, at fleiri flogfør flúgva í ringrás kring Oslo Lufthavn í kvøld