65 starvsfólk farin úr starvi á barna­vernd­ar­stovn­um

Talan er um starvsfólk, sum hava sagt upp, tíðaravmarkaðar setanir sum enda, og í nøkrum førum halda somu starvsfólk fram sum tímaløntir avloysarar.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi. Tingkvinna setti honum soljóðandi grein 52a fyrispurning um málið:

 

1. Hvussu stór hevur útskiftingin av starvsfólkum á barnaverndarstovnum undir Almannaverkinum verið seinastu 5 árini?

 

2. Hvussu nógv eru og hava verið í føstum starvi í mun til tímalønt, og hvørja útbúgving hava tey?

 

3. Hvussu ofta hava børn og ung, sum búgva ella hava búð á stovni, flutt addressu/r seinastu 5 árini?

 

4. Hevur landsstýrismaðurin havt skipað eftirlit við, at tey børn og ungu, sum samfelagið hevur umsorganaryvirtikið, hava nøktandi umstøður at trívast og mennast í?

 

Í svarinum til fyrsta spurning sigur landsstýrismaðurin, at tað at arbeiða á barnaverndarstovni krevur serligar persónligar og fakligar førleikar.

 

– Ein sannroynd er, at ikki øll starvsfólk trívast og halda til hesa uppgávu og ábyrgd, ið fylgir við arbeiðnum, sigur hann.

 

Í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2022 til og við august 2025 eru 65 starvsfólk skrásett sum farin úr starvi, upplýsir landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at talan er um starvsfólk, sum hava sagt upp, tíðaravmarkaðar setanir sum enda, og í nøkrum førum halda somu starvsfólk fram sum tímaløntir avloysarar.

 

– Í sama tíðarskeiði eru 79 starvsfólk byrjað í starvi. Talan er um starvsfólk, sum verða sett í føst størv, tíðaravmarkaði størv og sum tímaløntir avloysarar, sigur hann.

 

Í svarinum til annan spurning sigur hann, at tilsamans 289 starvsfólk hava fingið løn í eindini Barnaverndarstovnar frá 1. januar 2022 til og við august mánað 2025.

 

98 mánaðarlønt, 146 tímalønt og 45 starvsfólk hava hetta tíðarskeiðið bæði fingið mánaðarløn og tímaløn. Talan er um nøkur tímalønt starvsfólk, sum eru sett í mánaðarlønt størv, og nøkur mánaðarlønt, sum fara í tímalønt størv.

 

– Av teimum 289 starvsfólkunum er ein eindarleiðari og 11 leiðarar. Størsti einstaki fakbólkurin er námsfrøðingar (109 starvsfólk), síðani koma heilsurøktarar (18 starvsfólk), sosialráðgevar (17 starvsfólk) og sjúkrarøktarfrøðingar (14 starvsfólk), upplýsir landsstýrismaðurin.

 

Í august 2025 vóru 66 fastlønt starvsfólk og 34 tímalønt starvsfólk.

 

Til triðja spurning sigur Djóni Nolsøe Joensen, at ein orsøk til flytingar á barnaverndastovnum er m.a. plásstrot.

 

– Tá fleiri børn verða innskrivað enn pláss er fyri, hevur verið neyðugt at gera smærri fyriskipanir og stutttíðar leigumál fyri at kunna rúma hesum børnum.

 

– Neyðugt er at nýta stutttíðarleigumál inntil varandi fyriskipan er stovnað. Tó er ein varandi fyriskipan ongantíð meira varandi enn so, at hon er tongd at talinum á børnum undir barnavernd og fíggjarligum atlitum, ið ger, at talið av stovnum má tillagast talið av børnum, sigur landsstýrismaðurin.

 

Inn og útskriving á barnaverndarstovnum er tongt at talinum á umsorganaryvirtøkum hjá Føroya Kærustovni. Almannaverkið hevur sostatt ikki ávirkan á, hvørji børn verða innskrivað, og nær tey verða innskrivað. Tað kemur eisini fyri, at børn verða útskrivað fyri seinni at verða innskrivað aftur.

 

Eindin Barnaverndarstovnar hevur skipað seg soleiðis at sleppast kann undan óneyðugum flytingum.

 

##med2##

 

Eindin er skipað við eini Móttøkudeild og Bú- og viðgerðarstovnum.

 

Børn sum verða innskrivað, verða innskrivað á Móttøkudeildina. Her verða avbjóðingar og tørvurin hjá barninum útgreinað, og arbeitt verður í samstarvi við Barnaverndartænastuna, um hvør er besta fyriskipan fyri barnið. Um barnið skal heimaftur, til fosturs ella um tað hevur tørv á langtíðar sosialnámsfrøðiligari viðgerð. Er tørvur á langtíðar sosialnámsfrøðiligari viðgerð, flytur barnið tá frá Móttøkudeildini á annan stovn í eindini Barnaverndarstovnar.

 

Seinastu árini hevur eindin skipað seg við ávísum málbólkum, sum er sjálvskaðan, rúsavbjóðingar, útfarandi atferð og menningartarn. Orsakirnar eru m.a. at umganga, at børn flyta óneyðugt, soleiðis at tey, tá tey blíva innskrivað, fara á tann stovn, sum veitir sosialnámsfrøðiliga viðgerð til tann málbólkin, ið tey hoyra til.

 

Harvið sleppa vit undan at blanda børn í nevndu málbólkum saman við onnur børn, og starvsfólkini verða førleikament innan hesar málbólkar.

 

Í tíðarskeiðinum frá januar 2021 til august 2025 hava íalt 87 børn búð soleiðis:

 

 

Tal Børn

 
 

Tal Bústaðir

 
 

44

 
 

1

 
 

15

 
 

2

 
 

15

 
 

3

 
 

8

 
 

4

 
 

1

 
 

5

 
 

1

 
 

6

 

 

Í omanfyri nevndu tølum er fyrsta flytingin frá Móttøkudeildini á annan stovn í eindini Barnaverndarstovnar ikki tald við. Skal henda flytingin við, so veksur talið av adressum við einum, sigur landsstýrismaðurin.

 

Og í svarinum til fjórða og seinasta spurningin sigur landsstýrismaðurin, at í kunngerð um virksemi á samdøgursstovnum sambært § 33, stk. 1 í barnaverndarlógini, er námsfrøðiligt eftirlit ásett í § 12:

 

Almannaverkið skipar fyri regluligum námsfrøðiligum eftirliti á samdøgursstovnum, sum eru settir á stovn sambært løgtingslógini.

 

– Seinasta námsfrøðiliga eftirlitið var í 2022 og verður væntandi aftur í 2025, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismður, í svarinum til Liljuna Weihe.