Stevningin skal standa sína roynd
Føroysk Miðlafólk mugu bara staðfesta, at Føroya landsstýri framvegis ikki vil viðurkenna rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg, soleiðis sum eftirhondini øll yrki í okkara samfelag eru tað.
Eftir úrslitaleysar samráðingar í nærum eitt ár noyddustFøroysk Miðlafólk at stevna landsstýrinum. Kravið í stevningini, latin Føroya Rætti 7. apríl 2025, var stutt og greitt, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk eru eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Meðan málið hevur gingið aftur og fram í rættinum, er tað blivið enn meira sjónligt, at landsstýrið hevur lítlan áhuga í at ganga okkara ynski á møti. Tvørturímóti.
Landsstýrið vil ikki fyrihalda seg til fylgjandi:
• At Føroysk Miðlafólk hava virkað sum felag síðani 1952, umboðandi miðlafólk í Føroyum
• At Føroysk Miðlafólk longu eru viðurkendur sáttmálapartur á privata arbeiðsmarknaðinum
• At Føroysk Miðlafólk eru viðurkent felag á mongum øðrum økjum við, eitt nú við umboðan í almennu Fjølmiðlanevndini, Miðlastuðulsnevndini, er hoyringspartur hjá løgtinginum í sambandi við viðurskifti hjá miðlum o.s.fr.
• At Føroysk Miðlafólk hava álitisfólk í Kringvarpinum, sum eitt nú eru við til starvssetanir, uppsagnarmál og onnur starvsfólkaviðurskifti
• At Føroysk Miðlafólk hava einkarrætt at skriva út pressukort í Føroyum
• At Føroysk Miðlafólk eru viðurkent sum fakfelag uttan fyri landoddarnar og hava eittnú limaskap í Nordisk Journalistforbund og European Federation of Journalists
Heldur enn at fyrihalda seg til hesi viðurskifti velur landsstýrið at grugga málið við m.a. áhaldandi spurningum um, hvat eitt miðlafólk er. Álvaratos! Er tað ikki tað almenna sjálvt, sum hevur sett miðlafólkini í KvF í starv?
Rætturin at skipa seg í fakfelag við egnum sáttmála er somikið grundleggjandi fyri eitt yrki, at Føroysk Miðlafólk noyddust at stevna landsstýrinum.
Felagið hevur nú biðið Føroya Rætt at taka málið upp til dóms. Felagið hevur gjørt síni sjónarmið galdandi og hevur ongan áhuga í at lata landsstýrið halda fram við at grugga prinsipiella spurningin.
Føroysk Miðlafólk