Ódnin Gabrielle mennist suðuri í Atlantarhavinum

- Veðurfrøðingar heita á fólk á Bermuda um at fylga væl við, hvussu ódnin tekur seg út, veit tíðndastovan NTB at siga í kvøld

Eitt tropiskt illveður, sum hevur fingið navnið Gabrielle, er við at mennast til eina rættiliga ódn í ein landsynning úr Bermuda.

 

Veðurfrøðingar ávara nevniliga um, at illveðrið kann mennast til eina harða ódn teir næstu dagarnar.

 

Nationala orkanmiðstøðin í Miami upplýsti seinnapartin í dag, at vindstyrkin er økt upp í 120 kilometrar um tíman, sum er stívliga 33 metrar um sekundið.

 

Tí er Gabrielle bólkað í stigi 1, sum tað verður rópt.

 

Orkanmiðstøðin sigur, at Gabrielle kann mennast til eina harða ódn teir næstu dagarnar, og væntandi er, at hon fer framvið eystanfyri Bermuda í morgin.

 

- Veðurfrøðingar heita á fólk á Bermuda um at fylga væl við, hvussu ódnin tekur seg út, veit tíðndastovan NTB at siga í kvøld.