Tróndur Mikkelsen óg liðfelagarnir í HF Karlskrona høvdu í kvøld ein sera torføran dyst á útivølli móti verandi meistarunum, Ystad.
Ystad, ið hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum vann eisini dystin 36-32. Í steðginum var støðan 18-16 til Ystad, so báðir hálvleikirnir endaðu 18-16 til heimaliðið.
Tróndur skoraði trý mál upp á átta málroyndir. Hann var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Karlskrona hevur tvey stig fyri tveir dystir.
Fríggjakvøldið klokkan 18 hevur Karlskrona dyst á heimavølli móti gamla liðnum hjá Kjartani Johansen, Önnered.