Fundir um kommunalu ferðavinnuætlanina hjá Runavíkar kommunu

Í samband við at Runavíkar kommuna skal lata kommunalu ferðavinnuætlanina inn, verður bjóða til fundir í fleiri av bygdunum í kommununi

Runarvíkar kommuna skrivar, at fundirnir verða hesar tíðir 

 

- Elduvík 23. september kl. 19 í skúlanum í Elduvík

 

- Oyndarfjørður 30. september kl. 19 í skúlanum í Oyndarfirði

 

-  Skála og Skálafjørður 7. oktober kl. 19 í skúlanum á Skála

 

-  Lamba og Lambareiði 14. oktober kl. 19 í skúlanum í Lamba

 

-  Skipanes, Søldarfjørður, Glyvrar, Saltangará og Runavík: t. 21. oktober kl. 19 á Bókasavninum við Løkin

 

-  Rituvík: t. 27. oktober kl. 19 í Missiónshúsinum í Rituvík

 

-  Æðuvík: t. 4. november kl. 19 í Víkini, Náttúrubarnagarðinum

 

Á skránni til fundirnir verður kunning um arbeiði hjá Visit Runavík, kunning um ferðavinnuætlanina og síðani verður lagt upp til prát, viðmerkingar og spurningar.

 

Um tað ikki liggur fyri at luttaka til fundin í egnum øki, so ber til at møta til onkran av hinum fundunum, sum eru ásettir.