AIK tapti á útivølli - eru triðfremst í bestu svensku deildini

AIK Stockholm megnaði ikki at økja um frástøðuna til liðini, ið eru nummar fýra og fimm

AIK Stockholm ferðaðist í dag til Norrköping fyri at spæla dyst móti IFK Norrköping á Platincars Arena leikvøllinum.

 

Undan dystinum hevði AIK 43 stig á triðja plássinum, tvey stig fleiri enn liðini úr Göteborg, GAIS og IFK Göteborg. AIK kundi sostatt við einum sigri fáa eina frástøðu upp á fimm stig til GAIS og IFK. AIK hevði eisini eina lítla favorittstøðu undan dystinum í kvøld.

 

Men tað gekk stak illa hjá AIK, ið mátti lúta 1-3 fyri Norrköping. Heimaliðið skoraði tvey mál upp á sjey minuttir undan steðginum, og so var mótbrekkan brøtt hjá Mikkjali K. Thomassen og hansara monnum. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini økti heimaliðið til 3-0. Stutt aftaná megnaði Dino Besirovic at pynta um úrslitið. Sostatt megnaði AIK ikki at økja um frástøðuna til liðini úr Göteborg.

 

Komandi sunnudag klokkan 15.30 kemur GAIS á vitjan á Strawberry Arena leikvøllinum í Stokkhólmi. Tá kann AIK við heimasigri økja um frástøðuna. 

 

AIK Stockholm hevur seks stig upp til Hammarby, ið er næstfremst við 49 stigum. Mjällby er enn greitt oddalið við 57 stigum.