Russar hava aftur gjørt seg inn á Nato-land

- Trý russisk jagaraflogfør vóru í loftrúminum hjá Estlandi í 12 minuttir, veit tíðindastovan AFP at siga

Russar halda eftir øllum at døma fram við at provokera síni grannalond - eisini Nato-limalond.

 

Í dag sigur verjumálaráðharrin í Estlandi, Hanno Pevkur, at Russland aftur hevur gjørt seg inn á loftrúmið í einum Nato-landi.

 

Hetta veit tíðindastovan, AFP, at siga nú seinnapartin í dag.

 

AFP veit at siga, at trý russisk jagaraflogfør í dag hava verið inni í loftrúminum hjá Estlandi - uttan loyvi.

 

- Russisku jagaraflogførini vóru í loftrúminum hjá Estlandi í 12 minuttir, veit tíðindastovan AFP at siga.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at øll trý eystursjóvarlondini eru limir í verjusamgonguni, Nato.